← Aftur til forsíðu

Treytir fyri gjaldsavtalu

Standard viðskiftatreytir · Sjálvvirkandi gjaldsavtala · Føroyar

1. Alment

Við at keypa tænastur ella vørur frá Sp/f Nordic Solutions góðtekur kundin hesar treytir fyri gjaldsavtalu.

2. Sjálvvirkandi gjaldsavtala

Kundin góðtekur, at gjald fyri tænastur og vørur kann verða stovnað sum sjálvvirkandi gjaldsavtala, um annað ikki er beinleiðis avtalað skrivliga.

Fyritøkan loyvir sær sostatt at stovna sjálvvirkandi gjaldsavtalu fyri regluligar gjaldingar, endurnýggjanir og hald.

3. Gjalding

Gjald verður trekt sjálvvirkandi sambært galdandi prísum og tíðarskeiðum.

Um gjalding ikki kann gjøgnumførast, loyvir fyritøkan sær at steðga tænastuni ella krevja gjaldið á annan hátt.

4. Uppsøgn

Kundin kann altíð siga gjaldsavtaluna við fráboðan undan næstu gjalding.

Fyritøkan loyvir sær eisini at steðga ella melda undan gjaldsavtaluni við hóskandi fráboðan.

5. Broytingar

Fyritøkan kann broyta hesar treytir við hóskandi fráboðan.

6. Samskiftisupplýsingar

Sp/f Nordic Solutions

Teldupostur: info@solutions.fo

V-tal: 685399